Halda fram við marknaeftirlitinum

Inger Støjberg. Mynd: Polfoto.

4. januar tók danska stjórnin tað óvanliga stigið at fyribils herða marknaeftirlitið móti Týsklandi, aftaná at Svøríki hevði gjørt tað sama við danska markið.
Avgerðirnar hjá donsku og svensku stjórnini varð tikin sum avleiðing av høga talinum av flóttafólkum, ið søktu friðskjól í londunum.


Talan var um eina fyribils loysn, tí avgerðin er í stríð við galdandi Schengen-reglur, men longu 13. januar avgjørdi danska stjórnin at leingja um eftirlitið.


Avgerðin at herða eftirlitið hevur ikki óvæntað ført til atfinningar, bæði í Evropa og Danmark, men tað tykist ikki at ávirka stjórnina nakað serligt. Tvørturímóti kunngjørdi danski útlendingaráðharrin, Inger Støjberg í dag, at marknaeftirlitið enn einaferð verður longt. Hesaferð til 23. februar. Tað skrivar Danmark Radio í dag.


- Vit leingja um tað danska fyribils marknaeftirlitið á sama hátt sum higartil við stakkanningum, sigur Inger Støjberg sambært DR.


Danski ráðharrin gevur svensku stjórnini part av skuldini fyri dagsins støðu.


- Tað er neyðugt at leingja um marknaeftirlitið. Orsøkin er, at man frá svenskari síðu hevur sett í verk marknaeftirlit og flutningsábyrgd, sigur Inger Støjberg.

Inger Støjberg. Mynd: Polfoto.

Inger Støjberg. Mynd: Polfoto.

Inger Støjberg. Mynd: Polfoto.

Inger Støjberg. Mynd: Polfoto.

Inger Støjberg. Mynd: Polfoto.