Halda fram við løgmansrøðuni í dag

Annar tingfundur í nýggja tingárinum byrjar nú klokkan hálvgum tíggju, og tá fer løgtingið at halda fram við viðgerðini av ólavsøkufrágreiðing løgmans.

 

Sum vanligt eru tveir dagar settir av til viðgerðina.

 

Í morgin verður aftur tingfundur, men tá væntar tingformaður, at viðgerðin av ólavsøkufrágreiðingini er liðugt, tí á skránni fyri tingfundin í morgin klokkan 9.30 er fyrsta viðgerð av tingmáli nr. 1/2013, sum er Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap.

 

Løgtingið fer í morgin eisini at velja tveir limir og tveir varalimir í Norðurlandaráðið.