Halda fram við orðadráttinum

Tað er eingin loyna, at viðurskiftini millum Marin Katrinu Frýdal, býráðslim fyri Tjóðveldi, og Heðin Mortensen, borgarstjóri fyri Javnaðarflokkin í Tórshavn, ikki eru av tí besta.


Seinastu árini hava tey bæði javnan verið í stríði við hvønn annan, og fyri tveimum árum síðani var støðan so ring, at Heðin Mortensen og Javnaðarflokkurin tveitti Marin Katrinu Frýdal úr býráðsmeirilutanum. Úrslitið av tí bleiv, at hinir báðir limirnir hjá Tjóðveldi í býráðnum, Jákup Dam og Jógvan Arge, rýmdi úr meirilutanum.


Tað doyvdi tó ikki stríðið, og við jøvnum millumbilum skjóta Marin Katrin Frýdal og Heðin Mortensen við skørpum eftir hvørjum øðrum í fjølmiðlunum. Fyri nøkrum vikum síðani kyknaði stríðið aftur, tá Marin Katrina Frýdal tók sær part av heiðrinum, tá nýggja brúgvin um Sandá varð tikin í brúk.


Tað fekk øði í borgarstjóran og líka síðani hava tey bæði skrivað lesarabrøv um hvønn annan, har tað ikki verður spart upp á ákæringar.


Seinasta lesarabrævið í røðini kom í dag, og er tað borgarstjórin, ið krevur, at Marin Katrina Frýdal gevur starvsfólkunum í kommununi eina umbering. Hann afturvísir nevniliga uppáhaldið hjá Marin Katrinu Frýdal, at kommunan skal hava beint fyri skjalagoymsluni hjá gomlu Argja kommunu.


- Eg undrist, at man ikki kannar ella spyr, áðrenn farið verður út í almennu og sosialu miðlarnar við slíkum álvarsligum uppáhaldi. Hetta er samstundis ein grov ákæra móti okkara starvsfólkum, sum hava uppiborið eina treytaleysa umbering.


Til ber at lesa lesarabrævið við at trýsta á her.