Reiðaríið hjá flakatrolaranum Vesturvón hevur ongar ætlanir um at fara at heilfrysta fisk, hóast prísurin á hesum er hægri enn flakaprísurin í løtuni.
? Vit halda fram við at skera flak, hóast marknaðurin er sum hann er í løtuni. Tað halda vit loysir seg best í longdini, sigur Ólavur Petersen, reiðari á Vesturvón.
Í Noregi eru verksmiðjutrolararnir farnir at heilfrysta ein part av síni veiði, tí hetta gevur góðan prís. Við at heilfrysta upp til ein triðing av veiðini, ber til at fáa millum 10 og 20 prosent meiri burtur úr, halda norðmenn.
Orsøkin til hetta er, at prísurin á heilsfrystum fiski, sum verður virkaður til saltfisk og klippfisk, er høgur í løtuni, samstundis sum flakaprísurin er lækkaður.
Tað er fyrst og fremst toskur yvir 2,5 kilo, sum verður heilfrystur, men summir trolarar frysta eisini fisk niður til 1,5 kilo, tí prísurin fyri rundan fisk er so góður í løtuni.