Halda fram til Gásadals

Hol skal nú fáast ígjøgnum til Gásadals, men opið verður ikki enn fyri almennari ferðslu, sigur landsverkfrøðingurin

Samferðsla

Vágar:Tað, sum eftir stendur fyri endan á Gásadalstunlinum, skal fáast burtur. Loftið í tunlinum skal tryggjast, og fyribils koyribvegur gerast oman í bygdina.
Tað er setningurin í ár hjá landsverkfrøðinginum í samband við Gásadalstunnilin, sigur Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur.
Men tað verður ikki latið upp fyri almennari ferðslu enn á sinni, skilst á honum.
Tríggjar milliónir krónur eru settar av til Gásadalstunnilin í hesum árinum. Fyri tær skal loftið í tunlinum tryggjast. Vegbreytin skal gerast farbar, møtipláss gerast uttan fyri tunnilsmunnan Gásadalmegin, og ein fyribilsvegur - traktorvegur - skal gerast millum tunnilsmunnan og bygdina í Gásadali, sigur landsverkfrøðingurin.
Arbeiðsfólkið hjá landsverkfrøðinginum er farið undir at taka tað seinasta tilfarið niður frá tunnilsmunnanum, og síðan verður loftið tryggjað.
Tað merkir tó ikki, sigur landsverkfrøðingurin, at tað verður farandi gjøgnum tunnilin hjá hvørjum sum helst.
Nú opið verður, verður væntandi onkur avtla gjørd millum starvsfólkið í tunlinum og eitt nú postmannin í Gásadali um, at hann kann sleppa gjøgnum tunnilin við postinum. Men tað verður so altíð saman við fólki frá landsverkfrøðinginum og við teirra bilum, sigur Oyvindur Brimnes.
Tá loftið so er tryggjað, kanska einaferð í summar, verður loyvt onkrum afturat at sleppa ígjøgnum. Tó ikki so, at hvør sum helst sleppur at koyra. Bummur veðru settur fyri og bert fólk, sum hava tilknýti og ella ørindi til Gásadals, fáa lykil sleppa at koyra ígjøgnum, sigur hann.