Halda fram á Stamford Bridge

Enskir miðlar hava borið tíðindi um, at Chelsea ætlar at byggja sær nýggjanleikvøll, men tað avsannar leiðslan í Chelsea nú. Chelsea hevur spælt á Stamford Bridge seinastu 103 árini, og tað kunnu í mesta lagi verða 42.000 fólk til dystir har.

- Vit ætla ikki at flyta, fyrr enn vit hava brúkt allar møgueikar at byggja út, sigur felagið í einari fráboðan.