Halda fram har tær sleptu

Í fjør vunnu tær allar róðrarnar við Sílinum, og nú stóðu tær seg í fyrstu royndini umborð á Gongurólvi

6?MANNAFØR KVINNUR

Í fjør skalaði eingin gentumanningini á Sílinum. Tær vunnu allar seks FM róðrarnar, og sigrarnir vóru rættuliga sannførandi.
Nú er størri parturin av tí manningini farin umborð á 6 mannafarið hjá Havnar Róðårarfelag, sum eitur Gongurólvur.
? Tað er einki aldursmark hjá gentubátunum, so vit kundu havt hildið fram við Sílinum. Men allar tær, sum í fjør vóru við til at manna Gongurólv, fóru av, og so valdu vit at taka við nýggju avbjóðingini. Vit eru fýra, sum í fjør róðu við Sílinum, og sum nú rógva við Gongurólvi. Hinar báðar hava róð nógv fyrr, og stýrimaðurin hevur eisini nógvar royndir.
Hetta sigur Inga Thorkildshøj. Í fjør var hon bátsformaður á Sílinum, og nú er hon bátsformaður umborð á Gongurólvi.
Í fjør var Jarnbardur suverenur FM vinnari. Tær vunnu allar róðrarnar. Á norðoyastevnu var einki at síggja til Jarnbard við kvinnumanning. Fleiri av teimum, sum róðu í fjør, eru farnar av landinum, men kanska fara tær at luttaka seinni í summar.
Páll Fangi fekk besta startin leygardagin, og fyrstu løtuna lógu tær í Klaksvík fremstar.
? Vit royndu tað, sum vit kundu. Stýrimaðurin hjá okkum segði, at vit vóru fremstar, tá ið okkurt um hálvt málið var rógvið, og so longdist munurin aftur til hinar, sigur Inga Thorkildshøj.
Gongurólvur lá eystarlaga. Tað hoyrdist leygardagin, at tað glapp hjá teimum á tí teininum, tá ið tær høvdu lívdina, sum hinar ikki fingu fyrrenn einar hundrað metrar seinni. Men tað var eingin ivi um, hvør var bestur. Á málinum var Gongurólvur meiri enn fýra bátslongdir frammanfyri Páll Fanga, sum aftur var leysur av Lómi á Argjum. Og so komu Smyril, Fortuna og Fuglfirðingur so at siga hvør fyri seg á mál.
? Vit rokna við at fáa væl størri kapping næstu ferð. Men vit fara at gera okkara fyri at varðveita oddasessin, sigur Inga Thorkildshøj.