Seinastu tvær vikurnar hevur ikki verið vaskað á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali, men hóast hetta heldur skúlagongdin fram sum vanligt.
Skrivligu próvtøkurnar hjá 3.g vórðu lidnar í gjár, og restina av vikuni er vanlig skúlagongd á skránni. Munnligu próvtøkurnar byrja í næstum, og HF-flokkarnir fara undir sínar próvtøkur fríggjadagin.
? Vit hava als ikki ráð at gevast við skúlagongdini nú, tí so fer alt út av lagi, sigur Sámal í Skorini, stjóri.
? Um vit bara missa ein av próvtøkudøgunum, so kemur sperðil í, tí prøvtøkuætlanin er so tøtt, sigur hann.
Onkur farin heim
Tað sæst aftur á skúlanum, at eingin hevur vaskað har farnu 14 dagarnar, og tað hevur eisini havt onkrar avleiðingar.
? Onkrir næmingar, sum hava astma ella allergi, eru farnir heim, tí teir fáa ikki verið í skúlanum, men hjá flestu næmingunum bilar tað ikki, sigur Sámal í Skorini.
? Skúlin er langt frá so reinur, sum hann plagar at verða, men vit hava ongar ætlanir um at steingja skúlan. Støðan verður kaotisk, um vit ikki halda fram við skúlagongdini og próvtøkunum.
200 næmingar ganga á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy, meðan eini 175 næmingar eru á Handilsskúlanum á Kmabsdali, har tey eisini halda fram við skúlagongdini hóast verkfallið.










