Spælt verður fríggjakvøldið og tvær ferðir leygardagin aftrat Sættu flokkarnir í Fuglafjarðar skúla halda fram at spæla sangleikin: Varmakeldunátt. Spælt verður fríggjakvøldið kl. 20 og leygardagin kl. 16 og 20.
Leikurin snýr seg um Varmakeldu í siðsøgu, sum er knýtt at kelduni, um marmennlar, fjørutrøll og um ta grøðandi megi, ið keldan hevur. Ummælini av leikinum hava verið sera góð.
Frits Johannesen hevur skrivað leikin. Yrkt hava Petur Martin Petersen, Hilmar Petersen, Alexandur Kristiansen, Frits Johannesen og Hans Andreas Djurhuus.
Eyðun á Lakjuni hevur smíðað øll løgini , uttan Hjørtu, kvirr, nú setur sól, orðini eigur Alexandur Kristiansen, lagið Th. Laub og Varmakelda, orðini eigur H. A. Djurhuus, og lagið eigur Jógvan á Lakjuni .
Eyðun á Lakjuni hevur eisini lagt tónleikin til rættis.
Ein tónleikabólkur spælir undir, har Høgni Klakkstein og Jan Rúni Poulsen hava slagverk um hendi, Bárður á Lakjuni spælir bass, Pól Wolles, gittar og Eyðun á Lakjuni klaver.
Pia Andersen, lærari, hevur seymað búnarnar. Flokslærarar eru Eyðgerð Abrahamsen og Kjartan Sleire. Filmsupptøka, Kjartan Madsen og teskari, Mortan Berjastein.