Halda fram at okra útjaðaran

Hergeir Nielsen

Uppskot okkara um at javnseta flutningskostnaðin um Suðuroyar-. Skopunar- og Kallsoyarfjørð við flutningskostnaðin undir Vestmannasundi og Leirvíksfirði fekk góða umrøðu á tingi í 3½ tíma langa orðaskiftinum undir fyrstu viðgerð.
Men har endaði vælvildin so eisini.
Komnir aftur úr rættarnevndini mæla menn frá at samtykkja uppskotið, og siga júst so sum teir plaga, at einki ber til.
Heilgarderingin er, at tað heldur ikki ber til tekniskt at gjøgnumføra uppskotið í verandi líki, og at landsstýrismaðurin eigur at arbeiða ítøkiliga við eini ætlan á økinum og leggja eina frágreiðing fyri Løgtingið til umrøðu.
Einki er meira burturvið enn tað sama.
Uppskotið varð tilevnað í samstarvi við løgfrøðiligu ráðgevingina á løgtingsskrivstovuni, so tann parturin er sjálvandi í lagi.
Sjálvandi er tekniski parturin eisini í lagi, og halda teir seg ikki til at umsita skipaninia, so kunna vit saktans gera tað fyri teir úti um landið.
Sjálvandi er ikki skuggin av tekniskum forðingum í at krevja inn tær upphæddir, ið kravdar verða aðrastaðni, og at landsstýrismaðurin eigur at arbeiða við málinum hava vit hoyrt seinasta mansaldurin og reiðiliga tað.
Alt bendir sostatt á, at vit á ferjuleiðunum um Suðuroyar-. Skopunar- og Kallsoyarfjørð framhaldandi verða okraði í gjøldum út tveimum upp í fimmogtjúgu ferðir kostnaðin um landføstu sambondini.
Somuleiðis bendir alt á, at vit eisini framhaldandi við jøvnum millumbilum fara at hoyra um Suðuroyarloysnir og annað tílíkt, og ivaleyst fara hesar loysnir at hvørva undir havsbrúnni eins ofta tær koma undan.
Fríggjadagin kl. 10 løða teir kanónirnar, og enn eitt uppskot av mongum til bata fyri kappingarførið í tí skjótt hvørvandi útjaðaranum verður skotið niður.