Aftur í dag verður leitað eftir manninum, sum nakað fyri klokkan hálvgum átta í fyrrakvøldið sló út av garnabátinum Anitu, sum tá var stødd einar 185 fjórðingar í ein útsynning úr Suðuroynni.
Tað visti Rás2 at siga í tíðindunum á miðdegi.
Anita byrjaði leitingina, so skjótt sum vanlukkan var hend, og í gjáramorgunin kom eisini Brimil á staðið, og leitað var í allan gjár.
Frá MRCC verður sagt, at leitingin heldur fram í dag, so leingi tað er ljóst, men at tað er lítið sannlíkt, at leitingin verður tikin uppaftur eftir tað.
Fyri hvønn tíma, sum gongur, veksur økið, ið leitast skal á, so øgiliga nógv, og nú klokkan tvey verður økið 470 ferfjórðingar til støddar.
Veðrið var vánaligt í fyrrakvøldið, tá ein 34 ára gamal indonesari fekk ein enda um beinið, tá teir vóru í holt við at seta gørnini, og hann fór fyri borð beinanvegin.
|









