Halda fram at leita eftir ferðamanni í Fugloy

Nú hevur hann verið saknaður tríggjar dagar, uttan at nakar hevur hoyrt, ella sæð, nakað til hann

 

Heldur ikki í dag eydnaðist at loysa gátuna um, hvat er vorðið av einum útlendskum ferðamanni, sum hvarv í Fugloy fríggjadagin.

 

Hann kom út til Fugloyar við Tyrluni í miðdegi fríggjadagin og ætlaði sær inn aftur við Rituni seinnapartin. Men tá ið Ritan fór, var eingin maður at síggja og tí varð løgreglan fráboðað. Síðani hevur verið leitað eftir manninum við fólki, hundum, tyrlu og skipi, men alt til fánýtis.

 

Í dag hevur tað verið kavi og hált, so líkindi hava ikki verið hjá fólki at fara í brattlendi. Men tyrlan hevur leitað, men eisini tað hevur verið til fánýtis og nú er hon givin fyri dagin. Men løgreglan sigur, at hildið verður fram, tá ið líkindi vera til tað, tí at tað eru nøkur pláss eftir, sum tey fegin vilja kannað gjølligari.

 

Annars arbeiðir løgreglan nú við at eyðmerkja mannin. Áður hevur verið upplýst, at talan er um ein 29 ára gamlan eysturríkara, men nú skal tað endaliga staðfestast við fullari vissu, hvør maðurin er, tí verður hann ikki funnin í Fugloy, verður hann eftirlýstur altjóða í eini roynd at finna hann.