Halda fram at betra um umhvørvið

Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini gjørt nógv við at verja umhvørvið millum annað við nýggjumkloakkskipanum, og hetta heldur fram í 2011. Umhvørvið í Tórshavnar Kommunu skal vera reint, og orkunýtslan, ið hongur neyvt saman við umhvørvisverndini, skal vera so avmarkað, sum til ber.

Málið er, at allar áir, vágir, strendur og fjøra skulu gerast reinar, og yvirskipað skal alt vatn vera reint, tá tað rennur á sjógv. Ikki fyrr enn hetta er rokkið, er umhvørvisstøðan hesum viðvíkjandi nøktandi.

Arbeiðið at løggilda kloakkirnar heldur fram, og eftir at kloakkarbeiðið í Nólsoy er liðugt, verður farið víðari aðrastaðni í kommununi.

Grøn økir, har fólkið trívist, verður framhaldandi ment við gøtum og planting í størri mát, og arbeitt verður við at gera náttúru- og frítíðartilhaldsstøð nærhendis íbúðarøkjum.

Orkusparing er og verður eisini frameftir havd við í arbeiðnum við kommunalum bygningunum. Allir nýbygningar skulu hugsast við orkusparandi tiltøkum frá byrjan. Umhvørviskrøv verða sett til kommunalar tænastur og veitarar, so hvørt sum tað verður boðið út ella keypt av nýggjum, eitt nú útbjóðingin av Bussleiðini.

Í 2011 verður innanhýsis í kommunalu umsitingini og á stovnum sett í verk eitt umfatandi átak fyri orkusparing. Øll starvsfólk skulu vera við til at spara orku allaðstaðni, har tað ber til. Meginreglan er, at mangir løkir smáir gera stórar áir. Málið er, at tann grøni orkusparandi hugburðurin skal geva 2 mió. kr. á fíggjarætlanini fyri 2011.