Halda føðingardag í Nonnuskúlanum

Lærarar og næmingar eru henda fyrrapartin til hátíðarhald í Nonnuskúlanum, sum fyllir 80 ár

Stórt hátíðarhald er henda fyrrapartin í Sankta Frans Skúla, eisini nevndur Nonnuskúlin.

 

 

Skúlin fyllir 80 ár, og samstundis hevur forskúlin 50 ár á baki. Sostatt er forskulin elsti forskúli í landinum.

 

 

Í morgun vóru forskúlabørnini, lærarar, borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu og landstýrismaðurin í mentamálum til hátíðarhald í einum av hølunum í forskúlanum.

 

 

Undir hátíðarhaldinum fekk forskúlin handað tveir málningar frá ávíkavist Tórshavnar Kommunu og Mentamálráðnum. Harafturat vóru fleiri røður hildnar.

 

 

Eisini var tónleikur á skránni, har Kári Sverrisson spældi guitar, meðan forskúlabørnini sungu jólasangir.

 

 

Seinni henda fyrrapartin verður stórt morgunmatarborð í fimleikahøllini, har næmingar og lærarar í 1.-7. flokki eru bodnir til morgunmat.