Halda festival fyri reyðhærd fólk

Um vikuskiftið verður festivalur í írska býnum Crosshaven. Hetta er ein heldur øðrvísi festivalur, tí hann er fyri reyðhærd fólk.

Frá 19. til 21. august kunnu reyðhærd fólk savnast og fegnast um tað, sum tey hava fram um onnur fólk.

Festivalurin bjóðar live-tónleik, og bólkar við reyðhærdum tónleikarum spæla. Eisini verður møguleiki hjá reyðhærdum fólkum at hittast til sonevnt speeddating.

Á festivalinum verða kongurin og drotningin í landinum hjá teimum reyðhærdu funnin og heiðrað.

Pengarnir, sum koma inn undir tiltakinum, fara til írska krabbameinsfelagið.