Tað er eitt lítið ár síðani, at samgongan varð skipað millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn. Í samgonguskjalinum hjá teimum varð sagt, at ríkisstuðulin skal minka 25 milliónir krónur um árið. Hann minkaði 25 milliónir krónur á fíggjarlógini í ár, og samgongan hevur sett sær fyri, at hann aftur skal minka 25 milliónir krónur á fíggjarlógini næsta ár.
Í samgonguskjalinum stendur tó, at »...um búskaparliga støðan broytist, og vøksturin verður negativur, verður ætlanin endurskoðað...«. Kanska búskaparvøksturin ikki er negativur, men tað verður arbeitt við einum halli á fíggjarlógini. Men tað førir valla til, at landsstýrið fer at endurskoða ætlanina við at lækka ríkisveitingina.
Men tað heldur Magnus Rasmussen, sum er fíggjarnevndarlimur fyri Sambandsflokkin, at landsstýrið átti at gjørt. Hann sigur soleiðis í álitinum um løgtingsfíggjarlógina:
– Undirritaði vísir á, at ætlaða niðurlaðingin av ríkisveitingini hjá landsstýrinum merkir, at inntøkur landskassans í hesum valskeiðnum verða 250 mió. kr. minni enn ætlað.
Undirritaði heldur tí, at samgongan heldur skuldi gjørt álvara av orðunum í samgonguskjalinum um at endurskoða ætlanina, um búskaparliga støðan broytist.
Hann vísir á, at í heystfrágreiðing Búskaparráðsins varð mett, at búskaparvøksturin í leypandi prísum verður 1,4%.
– Við høgu inflasjónini vit hava í løtuni, so merkir hetta eina minking í búskapinum í 2024.
– Heldur enn at skerja hesa tryggu inntøkukeldu, mælir undirritaði til, at peningurin verður settur sum innskot í P/F Suðuroyartunnil sum eginfígging fyri at fáa suðuroyartunnilin gjørdan. Um niðurlaðingin í valskeiðnum heldur verður skotin inn sum eginfígging fram til 2032, so verða 850 milliónir krónur tøkar til at fremja suðuroyartunnilsverkætlanina.
– Tí mælir undirritaði til at hækka ríkisveitingina við 25 milliónir krónur komandi ár, skrivar Magnus Rasmussen millum annað í minnilutaáliti hjá fíggjarnevndini.










