Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heldur fast um, at Føroya Banki skal einskiljast eftir upprunaliga leistinum. -Fundurin vísti, at vit tóku ta røttu avgerðina fyri einum ári síðani, og hana halda vit fast um.
Tað sigur Báður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, við Dimmalætting, eftir at hann og onnur í gjár fingu eina frágreiðing um ta ætlaðu einskiljingina. Frágreiðingin var frá tveimum umboðum fyri donsku ráðgevingarfyritøkuna ABN Amro, og sambært teimum er tað rætt av landsstýrinum at einskilja bankan eftir tí upprunaliga leistinum.
Tjóðveldistingmaðurin Torbjørn Jacobsen kennir seg harafturímóti ikki vísan í, at leisturin hjá landsstýrinum er tann rætti. Hann segði við Útvarpið í dag, at málið eigur at takast uppaftur.