Eindargjald
? Tað kann vera, at tað er ein lítil munur á onkrum stovnum her og har. Hetta hevur við sær, at hjá onkrum stovnum kann tað verða ein lætti, og onkrir stovnar koma at svíða fyri tað. Men hetta er bert ein spurningur um tilvenjing hjá teimum ymsu stovnunum. Kanska tað kann verða eitt sindur tungt ta fyrstu tíðina, men stovnarnir venja seg við tað so við og við, sigur Jan Christiansen.
Eindargjaldið er roknað út frá miðalrakstrakostnaðinum hjá øllum stovnunum í kommununi. Og heldur Jan Christiansen, at hædd er tikin fyri øllum tí, sum neyðugt er.
? At vit hava ásett eitt eindargjald merkir ikki tað, at hetta er eitt sparitiltak frá býráðsins síðu. Eindargjaldið er ásett, so vit kunnu nærkast málinum, sum er 100% barnaansing í kommununi. Vit halda, at tað er fult ráðiligt at seta eitt eindargjald, tá barnaansingin og tær neyðugu fortreytirnar eru í lagi, sigur borgarstjórin.