Nógv kjak og einstakar mótmælisgongur hava staðist av ætlanunum hjá býráðnum at leggja allar 10. flokkar í kommununi saman í eina eind, sum skal halda til á Eysturskúlanum.
Málið hevur verið væl lýst við arbeiðsbólki. Í honum hava sitið Eyðdis Eidesgaard, formaður, umboð fyri skúlastjórarnar, Jacob Thomsen, lærari í Tórshavnar Kommunuskúla, Sínum Joensen, lærari í Eysturskúlanum, Birgir Mortensen, lestrarvegleiðari í Handilsskúlanum, umboð fyri miðnámsskúlarnar, Joel undir Leitinum, stjóri í Samskip, umboð fyri vinnulívið, og Høgni Joensen, skrivari, umboð fyri býráðið..
Málið byrjar í 2007 við hesum arbeiðsbólkinum, og 2. oktober hetta árið leggur bólkurin sítt álit fram fyri Mentamálanevndina. Bólkurin er ikki samdur um eitt felags tilmæli, og Eyðdis Eidesgaard, Símun Joensen, Birgir Mortensen, Joel undir Leitinum og Høgni Joensen mæltu til, at 10. flokkarnir vórðu lagdir saman í eina eind, sum skal húsast í Eysturskúlanum, meðan Jacob Thomsen mælti til tvær eindir.
Meirilutin sigur í sínum tilmæli: » Meirilutin heldur, at í Tórshavnar kommunu skulu allir 10. floks næmingar verða savnaðir í ein depil, sum skal geva teimum, ið taka av tilboðnum, eitt spennandi og fjølbroytt skúlaár, har tey koma at hitta nýggjar floksfelagar og lærarar og leggja lunnar undir framtíðarlesnað og framtíðaryrki.
10. floksdepilin skal ikki verða partur av einum øðrum skúla, men verður ein sjálvstøðugur skúli við egnari leiðslu og lærarum.
Neyðugt verður at seta ein skúlaleiðara og ein varaskúlaleiðara, eitt skrivstovufólk og uml. 10-12 lærarar, sum burturav undirvísa í 10. floksdeplinum. Væntast skal, at tveir lærarar eisini hava útbúgving sum lestrarvegleiðarar. Hinir lærararnir skulu í høvuðsheitum tryggja, at næmingarnir verða undirvístir í lærugreinum og breytum«.
Fylgdu meirilutanum
Jacob Thomsen sigur í sínum tilmæli: » Minnilutin mælir til, at 10. flokkarnir verða skipaðir í tvær skúlaeindir. Onnur skúlaeindin verður knýtt at Kommunuskúlanum og hin at Eysturskúlanum. Næmingarnir, ið ganga í Argja skúla og í Venjingarskúlanum, skulu sjálvir gera av, hvørja skúlaeind teir velja«.
Eisini í býráðnum hevur ósemja verið um, hvørja leið gangast skal, og á býráðsfundinum í gjárkvøldið valdi Maria Hammer Olsen, sum annars er partur av býráðssamgonguni, at fara í part við andstøðuni, sum vildi hava málið aftur fyri mentamálanevndina.
Hetta uppskotið fall tó við fimm atkvøðum fyri, meðan restin av samgonguni atkvøddi ímóti. Síðani varð atkvøtt fyri meirilutauppskotinum, og tá atkvøddu Heðin Mortensen, Bogi Andreasen, Marin Katrina Frýdal, Jógvan Arge, Halla Samuelsen, Jákup Símun Simonsen, Elin Lindenskov og Levi Mørk fyri, meðan Maria Hammer Olsen, Annfinn Brekkstein, Vagnur Johannesen, Jan Christiansen og Sjúrður Olsen ikki greiddu atkvøðu.
Hetta merkir so, at frá næsta ár verður 10. flokkur skipaður sum ein eind í Eysturskúlanum.