Halda fast um yvirskot í 2016

- Tað ber ikki til at gjara út og framhaldandi hava undirskot á fíggjarlógini, ár um ár.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum heldur fast um, at yvirskot skal vera á fíggjarlógini í 2016.

Fíggjarkarmarnir fyri næstu fimm árini liggja í løtuni í løgtinginum, sum hevði 1. viðgerð av uppskotinum fyrradagin.

- Heildarætlanin er nýggj fyri mær, og tí eru átøkini ikki tikin við í teir fíggjarkarmar, sum eg havi borið í løgtingið, sigur Jørgen Niclasen.

Heildarætlanin leggur upp til 37 ymisk átøk, sum fara at kosta góðar 700 milliónir krónur næstu fimm árini.

- Tað nyttar ikki at blíva við at brúka pengar, sum vit ikki eiga. Skulu vit raðfesta pengar til tey átøk, ið heildarætlanin um fólkaflyting og fólkavøkstur leggur upp til, so mugu vit spara onkra aðrastaðni, sigur Jørgen Niclasen: