Halda fast um fullveldi

FULLVELDISSAMRÁÐINGAR: Landsstýrið fer helst at leggja eitt nýtt samráðingarupplegg fyri donsku stjórnina, men sambært formanninum í uttanlandsnevndini, fer landsstýrið ikki at víkja frá kravinum um fullveldi

Fullveldissamráðingarnar millum landsstýrið og donsku stjórnia á Christiansborg eru fyribils steðgaðar, og roknað verður ikki við, at nakað ítøkiligt fer at spyrjast burturúr.

Hergeir Nielsen, formaður í uttanlandsnevndini, er eisini staddur á Christiansborg. Hann skilur støðuna soleiðis, at um einki kemur burturúr í kvøld, má samgongan seta seg saman at finna eitt nýtt samráðingargrundarlag, tá hon kemur til Føroya.

Men stendur tað til Tjóðveldisflokkin, fer landsstýrið ikki at leggja upp til eina avtalu, ið inniber, at Føroyar verða verandi í ríkisfelagsskapinum.

? Vit fara ikki at taka undir við einum uppskoti, ið líkist tí hjá Javnaðarflokkinum. Eitt slíkt uppskot er bara ein nýggj heimastýrislóg, og eina slíka góðtaka vit á ongan hátt, sigur Hergeir Nielsen

Sambært formanninum í uttanlandsnevndini er full semja í samgonuni um, at landsstýrið í einum nýggjum samráðingaruppleggi ikki skal víkja frá kravinum um føroyskt fullveldi.