Landssjúkrahúsið
Uppsagnirnar hjá teimum 19 sjúkrasystrunum á B 6 á Landssjúkrahúsinum standa við.
Sostatt er tað eisini greitt, at tann stóri semingsfundurin, sum var á Hotel Hafnia hóskvøldið endaði úrslitaleysur.
Sjúkrasystrarnar á B 6 hava sagt upp tí at tær siga, at tær eru ov illa mannaðar til tað arbeiðsbyrðu sum áliggur teimum og avgjørda treytin frá teimum fyri at taka uppsagnirnar aftur, er, at fleiri starvsfólk verða sett.
Men hesum vil leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki ganga á møti, tí hon sigur, at B 6 er líka væl mannað sum tilsvarandi deildir á einum donskum sjúkrahúsi.
Sjúkrasystrarnar hava svarað aftur, at ongin deild á donskum sjúkrahúsum kann samanberast við B 6, tí her liggja nógvir røktarsjúklingar og onnur, sum ikki eiga at vera á sjúkrahúsi, men á øðrum stovnum og at hetta eru fólk, sum krevja ómetaliga nógva røkt.
Men leiðslan er ikki til at vika. Ein orsøk til at hon ikki vil geva seg, er, at hon vil ikki boygna fyri trýsti og hon stúrir fyri, at verða fleiri fólk sett á B 6 eftir slíkum trýsti frá sjúkrasystrunum, fer hetta at breiða seg sum eldur til aðrar deildir eisini og so kann leiðslan skjótt missa tamarhaldið á støðuni.
Í eini seinastu roynd at finna semju í málinum, skipaði leiðslan á Landssjúkrahúsinum fyri semigsfundi á Hotel Hafnia hóskvøldið.
Við sær hevði hon ikki eitt tilboð um fleiri starvsfólk. Afturfyri hevði hon ein sálarfrøðing við sær í vónini um, at hann fekk slættað sjógvarnar.
Førdi hesin fundurin ikki til nakað, skuldi lýsast eftir nýggjumsjúkrasystrum til B 6 í dag.
Fundurin førdi ikki til nakað og Ingun Gaardbo, álitisfólk á B 6 sigur, at tískil standa uppsagnirnar við, Hon hevur ikki stórvegis viðmerkingar til sjálvan fundin uttan tað, at har hendi onki, sum gekk teimum á møti.
Sjúklingar illa fyri
Uppsagnirnar á B 6 verða eitt álvarsligt bakkast fyri sjúklingarnar.
Tað eru ikki nógvar sjúkrasystrar at taka av í Føroyum, og somuleiðis er eisini ovurhonds stórt trot á sjúkrasyastrum í grannalondum okkara.
Keldur, vit hava tosað við, siga, at tískil er tað sera trupult at ímynda sær, hvaðani landssjúkrahúsið skal fáa 19 nýggjar sjúkrasystrar til B 6.
Harafturat kemur, at sjúkrasystrar á øðrum deildum hava longu nú gjørt púra greitt, at tær fara ikki at góðtaka, at tær skulu fáa økta arbeiðsbyrðu av at B 6 leitur aftur á nýggjárinum. Tvs, at tær góðtaka ikki, at tær fáa sjúklingar á B 6 afturat teimum, tær longu hava.
Og at enda kann nevnast, at Sjúkrasystrafelagið hevur boðað frá, at tað fer at heita á allar limir sínar um at vísa samhaldsfesti við starvsfelagar sínar á B 6 og at lata vera við at søkja størvini.
? Tískil er tað bara ein bólkur, sum kann standa eftir við svartaperi og tað eru sjúklingarnir, siga keldur okkara í Heilsuverkinum.
Akkurát, hvat hetta fer at merkja, er ilt at meta um, men tær sjúklingar, sum hava tær sjúkur, har B 6 hevur servitanina, verða nógv verri fyri. Somuleiðis er ongin ivi um, at bíðitíðin til ymsar viðgerðir, fer at økjast munandi.
Nògvir sjúklingar á B 6 hava lívsneyðugan tørv á viðgerð og tískil mugu teir viðgerðast á øðrum deildum, men tað merkir so bara, at teir sjúklingar, sum skuldu fáa viðgerð á hesum deildunum, attan at hava bráðneyðugan tørv, verða skumpaðir afturum.