Í ár verður Háskúlin 120 ár, og í tí sambandi verður fólkafundur hildin í Føgrulíð á vestursíðuni á Borðoynni, har Háskúlin helt til fyrstu árini.
Á skránni er felagssangur, horntónleikur, tónleikaframførsla við Jógvani Andriasi Joensen og Hanusi G. Johansen, og Annika Waag og Heini Gaard flyta fram røður.
Fyrireikararnir siga, at bussur koyrir kl. 13:30 frá vatnbrunnunum í Klaksvík og niðan á Háls, haðani gingið verður oman í Føgrulíð. Roknað verður eisini við, at bátar fara at sigla fólk á staðið.
Fólkafundurin verður kl. 15:00.