Halda fólkafund at mótmæla føroyskari biddaraferð til Danmarkar

Leygardagin klokkan 13 verður fólkafundur í Vágsbotni at mótmæla, at landsins stjórn ger okkum til biddarar, sum tikið verður til.

Tað, sipað verður til, er at samgongan ætlar at biðja onsku stjórnina um at hækka ríkisveitingina til Føroya.

Tað eru fólk úr ymsum flokkum, sum skipa fólkafundinum, sum verður undir liðini á standmyndini av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni.

- Vit mótmæla, at landsins stjórn ger okkum til biddarar, bindur okkum fastari at veitingum úr øðrum landi og brýtur niður felags kósina fram ímóti búskaparligum sjálvbjargni, sum breið politisk undirtøka hevur verið fyri, siga fyrireikararnir.

Á skránni fara Sigri M. Gaïni, Jón Danielsen, Poul Michelsen, Jóanes Nielsen, Høgni Hoydal og onnur at halda røðu

Eisini fer Laura Joensen at lesa yrkingar og Eyðun Nolsøe fer at syngja og spæla. Eisini verður felagssangur.

Nøkur av teimum, sum stuðla tiltakinum eru: Líggjas í Bø, Laura Joensen, Poul Huus Sólstein, Hans í Líðini, Poul Mohr, Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg, Hákun Steingrímsson, Áki Andreassen, Poul Michelsen, Kristina Háfoss, Janus Rein, Høgni Mohr, Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam, Árni Andreasen, Høgni Hoydal, Gunnar Djurhuus, Milja Hanusardóttir, Gunvør Balle, Maria í Skorini, Óluva Klettskarð, Jóhan Samuelsen, Peter Østergård, Páll Isholm, Fríðbjørg Andreasen og fleiri.