Halda eyguni við Facebook

Norðurlendsku brúkaraumboðsmenninir hava avgjørt at kanna hesar sosialar netsíður sum Facebook nærri. Endamálið at gera eina felags norðurlendska samtykt um marknaðarføring.

Sosialar netsíður er fyltar við marknaðarføring. Samstundis brúka norðurlendskir brúkarar alt meira og meira tíð á hesum síðum. Teir norðurlendsku brúkaraumboðsmenninir hava avgjørt at kanna hesar sosialu netsíður nærri t.d. Facebook, við tí endamálið at gera eina felags norðurlendska samtykt.

Hetta varð avgjørt, tá ið brúkaraumboðsmenninir úr Finnlandi, Íslandi, Svøríki, Noregi, Danmark og Føroyum vóru savnaðir til norðurlendskan felagsfund í Oslo herfyri.

Umboðsmenninir ynskja í fyrstu atløgu at fáa betri heildaryvirlit, hvørjar marknaðarføringarhættir eru at finna á teimum ymisku sosialu netsíðunum. Síðani verður mett um hesar sosialu netsíður eru í samsvar við galdandi reglur um elektroniska marknaðarføring.

Sosialar netsíður er ein partur av gerandisdegnum, og tí er tað sera áhugavert at marknaðarføra seg á hesum síðum hjá vinnurekandi. Tí hevur tað alstóran týdning, at fáa greiðu á markanðarføringarreglunum á hesum øki, fyri at fáa best møguliga brúkaraverd á hesum netsíðum.