Halda eygað við Røkke

Norska krediteftirlitið heldur eygað við sambandinum ímillum ríkmannin Kjell Inge Røkke og bankarnar, sum hava veitt honum og fyritøkum hansara lán, skrivar blaðið Aftenposten.

Stjórin í krediteftirlitinum, Bjørn Skogstad Aamo, váttar fyri blaðnum, at eftirlitið heldur eygað við sambandinum ímillum bankarnar og Røkke. Um orsøkina sigur hann, at tað er ikki vist, at teir einstøku bankarnir, sum hava lænt Røkke og feløgum hansara pengar, vita nóg mikið um sambandið ímillum Røkke og hinar bankarnar. Stjórin í krediteftirlitinum vísir á, at ein av fyritøkunum hjá Røkke, Aker RGI, hevur samband við fleiri bankar, og at tað tí er umráðandi at halda eygað við, at alt er, sum tað eigur at vera.

Í fjør var Kjell Inge Røkke í fígjarligum trupulleikum, tá fíggingarfelagið Orkla kravdi at fáa 600 milliónir krónur frá honum. Tað endaði við, at felagið fekk 150 milliónir krónur, og at Røkke skal rinda hin partin í hesum árinum.