Til landsliðsvenjingarnar í Aserbadjan, hevur føroyska landsliðið vant við pulsmátara og tólum, sum kunnu geva venjaratoyminum fleiri upplýsningar.
Les eisini: Hesir byrja móti Aserbadjan
Hetta er ikki ókent í fótbóltsheiminum, har tey stóru londini og feløgini kunnu máta alt frá pulsi og runnum metrum, til troyttleika í vøddunum. Nú er føroyska landsliðið í holt við at brúka nýmótanstól, sum kunnu geva venjaratoyminum og spælarunum betri upplýsningar.
Les eisini: Stórur heiður til føroysku áskoðararnar
Millum annað til venjingina hósdagin uttanfyri leikvøllin í Baku, helt venjaratoymið eyga við fýra spælarum, meðan venjingin er. Her sæst millum annað, við at hyggja á pulsinum hjá spælarunum, hvussu nógv teir løgdu fyri í hvørjum øvilsi.
Les eisini: Býttasti skaðin nakrantíð!
Sum sæst á myndunum, so stendur Álvur Hansen, fysiskur venjari, við einum Ipad, sum fylgir við eitt nú pulsinum hjá spælarunum, meðan teir venja. Tí kann hann fylgja við gongdini, meðan venjingin er.
Hetta kann gera, at venjarin lættari kann staðfesta, um eitt øvisli hevur tað gagn, sum er ætlað. Eisini sæst, um ein spælari ikki gevur seg nokk, ella um hann verður ov belastaður av einum ávísum øvilsi.
Fleiri og fleiri føroysk fótbóltsfeløg seta eisini fysiskan venjara. Millum annað hevur B36 boðað frá, at felagið nú ger íløgur í nýggja útgerð. Hetta tykist verða ein gongd leið í fótbólti, sum nú eisini skal brúkast á landsliðnum.
Føroyar spæla í dag klokkan 17 móti Aserbadjan á Olympic Stadium í Baku. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgna frá dystinum.










