Halda er farin

Ein fyrimynd er farin. Halda Olsen, fødd Gregersen, ættað úr Guttastovu í Syðrugøtu, rakk 87 árum, nú hon viknaði gamlaárskvøld, og fór stillisliga yvir um til sín æviga hvíldarstað; staðin, sum hon so trygt sá fyri sær nærkast og skuldi flyta til.

Halda kom sum ung genta til Havnar, giftist Jákupi Paula á Lava, sum var postmaður í Havn. Tey fingu Per og Elgeir. Tað serliga við Haldu var, at tað lá henni til at hava umsorgan fyri øðrum. Trongdi onkur í familjuni til móðurliga umsorgan, so gav hon burturav frá sær. Foreldur og verforeldur tók hon sær trúliga av, tá tey blivu óhjálpin, tað sama við eldru systrunum. Hon tók sær av teimum, sum vóru tey hennara egnu børn. Eisini vit og børn okkara kendu hennara umsorgan og nærveru frá fyrsta degi. Eingi nevnd og eingi gloymd.

Halda misti mannin, meðan hon var í góðum árum. Tann brotsjógvin tók hon, og reisti av nýggjum eitt heim í Keypmannahavn, sum hálvvaksnu dreingirnir við vinfólki teirra kundu leita til – fáur hevði gjørt tað henni eftir. Seinni knýtti hon familjubond við Aksel Simonsen í Hoyvík. Hansara børn tók hon til sín, og tey, ikki minni, kendu nýggjan fløva í heiminum. Soleiðis var Halda. Hon gav so nógv.

Í sjeytiárunum tók hon sær útbúgvingar í – ja, fakøkinum at hava umsorgan fyri og vera um fólk, ið trongdu hjálp. Og lagnan lagaði tað so, at hon í mong ár fekk høvið at hava leiðsluna á tí, vit kalla Ellisheimið á W.U Hammershaimbsgøtu 7 í Havn; haðani hon andaðist, meðan vetrarsólin setti handan Reynið. Ein viti slóknaði.

Halda var glað fyri lívið. Mótgongd bar hon við fyrimyndarligari virðing. Viðgongdina býtti hon ríkliga út til øll okkum, sum møttu henni á lívsvegnum. Hon fortaldi okkum um ljósglottar í trongdarløtum og um gleðina, sum styrkti, tá hon hevði viðgongd. Hon lat sítt hjarta upp og legði alt hetta so inniliga í okkum. Eg haldi hon gjørdi tað tilvitað, fyri at rudda okkum tann góða vegin gjøgnum lívið. Ja, soleiðis kunnu summi vera øðrum ein fyrimynd og til uppbygging á ein serliga gevandi hátt.

Eftirmælið hennara er, sum um vit hoyra hana: “Alt gott skal fylgja tykkum allar dagar tykkara.”
Vit blivu ríkliga signað; vit, sum kendu Haldu, og hon fer ongantíð frá okkum.

Harrans friður veri við minninum um eina mammu, fosturmammu, vermammu, ommu, langommu og trúgva vini okkara, Haldu Olsen.
-------
P og S