Eisini í danska høvuðsstaðnum, Keypmannahavn, halda tey ólavsøku.
Tað fer fram í Føroyahúsinum, har nógv fólk plagdu vera, og ólavsøkuhýrurin plagar at vera góður. Og har síggja tey bæði kappróður og hoyra midnáttarsang- og tey fáa eisini eina heilsan frá borgarstjóranum í Havn.
Trýst á pílin undir myndini, og hoyr leiðaran í Føroyahúsinum, Hans Petur í Brekkunu, greiða frá, hvussu tey halda ólavsøku í Keypmannahavn.










