Tey halda eisini ólavsøku niðri í Danmark í hesum døgum. Føroyahúsið í Keypmannahavn hevur ein langa skrá í dag av tiltøkum, ið verða hildin í samband við ólavsøkuna.
Dagurin byrjar við gudstænastu kl. 12, har Borgny Brünings-Hansen, prestur, prædikar.
Ólavsøkan verður sett av fyrrverandi prestinum Bergur Jacobsen kl. 15.
Eftir tað verða fleiri tiltøk skránni gjøgnum dagin. Millum annað verður farið upp á gólv og ólavsøku røða verður víst á stórskýggja. Eisini verður ólavsøkuróðurin vístur á stórskýggja.
Ólavsøkusangur verður um kvøldið og seinasta brakið verður dansurin, sum byrjar kl. 21.