- Eg eri umborð um jólini. Her er nógv arbeiði í gongd, tó lata vit flestu fólkini fara heima at halda jól og hava einans vaktgangandi fólk umborð at ansa skipinum.
Tað sigur Henrik Hammer, skipari á Norrønu.
Hann vísir á, at tey, sum eru umborð kortini ikki hava verið jólahugnan fyri uttan, og onkur hevur eisini havt familju sína umborð.
- Jólaaftan er vanliga dunna á skránni, 1. jóladag antin fleskasteik ella ræst kjøt - og 2. jóladag eta vit gjarna øvut av 1. jóladegi.
Henrik sigur, at 2015 hevur verið eitt gott ár.
- Júst størsta hendingin fyri meg í 2015 er ikki so líkatil at siga, so nógvar góðar hava verið. Men, at tvey skip aftrat komu í reiðaríið var í øllum førum eitt gott upplivilsi.
Henrik Hammer sigur, at keðiligasta hendingin í árinum var, tá sjúka rakti í familjuni.
- Onkur mál havi eg sett mær fyri 2016, og so fái eg bara at síggja, um eg røkki teimum, sigur skiparin á Norrønu, sum ynskir øllum eini gleðilig jól og signað nýggjár.










