Vinnulív og húsarhald í Føroyum eru eitt sindur bjartskygdari nú, enn tey hava verið hesi seinastu árini.
Hagstovan sigur, at konjunkturbarometrið er nevniliga hækkað eitt sindur aftur, eftir at tað hevur staðið í stað seinastu tvey árini.
Tilsamans er barometrið hækkað úr 16 upp í 31 síðani í fjør, og Hagstovan sigur, at tað eru serliga tey, sum virka í tilfeingisvinnuni, í ídnaðinum og í tænastuvinnuni, sum eru bjartskygdari nú, samstundis sum at støðan hjá teimum, sum virka í byggivinnuni, er at kalla óbroytt.
Hjá húsarhaldunum er ikki stór broyting, men sum heild halda tey, at útlitini eru heldur frægari og at tey eru sinnað at brúka meiri pengar nú, enn tey hava verið.
Hinvegin vísir kanningin, at byggifyritøkurnar hava nú arbeiðið 17 mánaðir fram
– Hetta er væl meira enn tað vanliga, sum er einar 10 mánaðir, og hetta er samstundis tað mesta síðan fyrstu kanningina í januar 2006, sigur hagstovan.
– Hetta bendir á, at byggiuppgávurnar fyri framman møguliga ikki eru fleiri í tali, men heldur størri, sigur Hagstovan.
Samstundis siga handilsfólk, at sølan veksur og at tey helst fara at fáa brúk fyri meiri starvsfólki í næstum.