Halda at ein sigarett var orsøkin til eldin

Í nátt varð boðað frá eldi í einum húsum í Vági

Mitt í nátt ringdi ein maður til løgregluna og boðaði frá, at tað logaði á eini altan í einum sethúsum húsum í Vági.

 

Tað vísti seg at eldur var í eini madrassu, sum lá á altanini og løgreglan sigur, at fyribils halda tey, at tað er glóðin fra eini sigarett, sum hevur fest í.

 

Tá ið maðurin, sum boðaði frá eldinum, hevði ringt til løgregluna, fór hann til húsini, har eldurin var. Tey vóru ólæst, so hann slapp inn. Eigarin var inni, men hann var ikki greiður yvir, at eldur var í.

 

Boð vórðu send eftir sløkkiliðnum og eldurin varð skjótt sløktur, áðrenn hann breiddi seg. Men løgreglan sigur, at altanurin, klædningurin og vindeygað, hava fingið skaða av eldi og varma.

 

Løgreglan f er nú at gera neyvari kanningar í eini roynd at staðfesta orsøkina til eldin endaliga.