Halda arbeiðaradagin í Vestmanna

Fakfelagsformaður og løgtingskvinna røða á 1. mai dagshaldi í Vestmanna fríggjadagin

Fríggjadagin verður 1. mai dagshald í gomlu Sýslumanshúsunum á Bakkavegi í Vestmanna.

 

Tað eru Vestmanna Arbeiðarafelag og Norðstreymoyar Javnaðarfelag, ið skipa fyri.

 

Røðarar verða Suni Simonsen, formaður í Føroya Handverkarafelag, og Rigmor Dam, løgtingskvinna.

Jens Marni Hansen fer at stíla fyri tónleikinum og syngja og spæla nakrar sangir.

Fundarleiðari verður Hilbert Elisson, formaður í Norðstreymoyar Javnaðarfelag.

 

Hetta er aðru ferð, at 1. mai verður hildin í Vestmanna. Fyrstu ferð var í fjør, tá fitt av fólki komu saman í góðveðrinum at lýða á. Tá var haldið í túninum uttanfyri, men hesi ferð er væntandi at vit verða innandura í nýumvældu og rúmligu sýslumanshúsunum. Ein heitur kaffi- ella temunnur við kakubita verður afturvið, verður sagt.