Halda arbeiðaradagin á vaglinum

Á arbeiðaradegnum í dag 1. mai skipar Havnar Arbeiðsmannafelag fyri tiltaki á vaglinum kl 14:30. Umframt røðarar framførir Kári P. nakrar sangir, og Havnar Hornorkestur spælir.

Á arbeiðaradegnum í dag 1. mai skipar Havnar Arbeiðsmannafelag fyri tiltaki á vaglinum kl 14:30. Umframt røðarar framførir Kári P. nakrar sangir, og Havnar Hornorkestur spælir. 

 

– Arbeiðaradagurin er ímyndin av stríðnum fyri góðum livikorum til allar borgarar og fyri stríðnum um eitt betri og rættvísari samfelag. Arbeiðaradagurin hevur verið hildin síðani seinast í 19. øld. Í dag eru góð 80 lond, sum hava arbeiðaradagin sum almennan frídag, umframt nógv onnur lond, sum halda dagin, uttan at tað er almennur frídagur, sigur Havnar Arbeiðsmannafelag.

 

Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, heitir á fólk um at møta fjølment.

 

Røðarar eru:

 

Eyðgunn Samuelsen

Annfinn Brekkstein

John av Reyni

Jóhan Carl Dam, næstformaður í Havnar ArbeiðsmannafelagF

 

Havnar Hornorkestur spælir, og Kári P. luttekur við sangi