Halda altjóða brekdag í Føroyum

Týsadagin er altjóða brekdagur og hann verur eisini hildin í Føroyum.

 

Í hesum sambandi verður tiltak í Norðurlandahúsinum týsdagin 3. Desember.

 

Tiltakið er bæði alment og ókeypis

 

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum setir dagin og annars fer Kaj Joensen, journalistur, at tosa sum brek í fjølmiðlunum og, hvussu fólkið handan brekið sæst aftur, sum tey málbera seg.   

 

Umboð fyri Almannamálaráðið fer at tosa um bústaðarpolitikk í Føroyum og Svend Sivertsen, arkitektur, fer at røða um, hvussu arkitekturur kann tryggja, at tey, sum bera brek, ikki eru útihýst.

 

Somuleiðis verður kjak um, hvussu vit vilja búgva og tey, sum kjakast um hetta, eru Sigrun Wardum, Tórhallur Áslaksson og Tóra við Keldu.

 

Tað er Ráðið fyri Brekað, sum skipar fyri og tey siga, at teknmálstulkar eru við á fundinum.