Í sambandi við 70 ára føðingardagin hjá Charley Pride verður skipað fyri tiltaki í Klaksvík hóskvøldið. Charley Frank Pride var føddur hin 18. mars 1938 í býnum Sledge í Missisippi USA. Sum unglingi droymdi hann um at gerast professionellur baseball spælari og fekk eisini sáttmála sum slíkur, men tónleikari skuldi gerast hansara lívsstarv, tí umframt baseball byrjaði hann eisini sum heilt ungur at spæla uppá gittar.
Fyrstu ferð Charley Pride kom á Billboard Hot Country Songs var í desember 1966 við lagnum Just Between You and Me. Men tað var í 1971 við singulplátuni ?Kiss an Angel Good Mornin?, at Charley Pride slerdi navnið hjá sær fast við 12 tumma seymi í country tónleikaheimin.
Síðani tá hevur Charley Pride havt 36 løg sum nummar eitt á listanum hjá Billboard Hot Country Songs, og hevur hann tilsamans hava selt 70 milliónir plátur um allan heim.
- Charley Pride hevur nógvar fjepparar í Føroyum, og tí verður skipað fyri hesum tiltaki at halda 70 ára føðingardagin hjá honum, sigur Karl Sofus Heimistovu, sum hevur lagt tiltakið til rættis.
Charley Pride hugnakvøld á Fortuna hósdagin 10 apríl kl. 19.00. Á skránni verður filmur um Charley Pride, Petur Rouch fer at halda fyrilestur, og borðhald verður.
Kostnaður fyri alt tiltakið er 225 krónur. Tilmelding kann gerast á tlf. 218111 í seinasta lagi týsdagin 8. apríl.