Mánadagin 2. November, eru 35 ár síðani, at Tórshavnar kommuna fór undir kommunala dagrøkt. Dagurin verður hátíðarhildin við almennari móttøku mánadagin millum kl. 17.00 og 1 Á móttøkuni fer Heðin Mortensen, borgarstjóri at siga nøkur orð, men umframt tað er eisini tónleikur og sangur. Men tey bjóða eisini drekkamunn við onkrum góðum afturvið.
Tað var í 1974, at Tórshavnar býráð fór undir kommunalu dagrøktina. Annika Nielsen, sjúkrarøktarfrøðingur, var fyrsti leiðarin fyri dagrøktina, sum tá var góðkend til 45 børn í aldrinum 0 til 7 ár.
Í dag fevnir skipanin um eini 70 børn í aldrinum ½ til 1½ ár, sum verða ansað av 21 dagrøktarum.









