Halda 100 ára dag Mikines í Føroyahúsinum

Í samband við, at málarin, Sámal Joensen Mikines hevði blivið 100 ár tann 23. februar verður hátíðarhald hendan dag kl. 19 í Føroyahúsinum, Vesterbrogade 17, har rithøvundurin Vagn Steen hugleiðir um listarmannin


Sunnudagin 26. februar kl. 16 fer Kári Mikines, dr. Med., at siga frá um pápa sín, »Mikinesmálaran«, og vísa myndir í Føroyahúsinum á Vesturbrúgv.
Báðar dagarnar verður eitt buffet við føroyskum mati so sum:
skerpikjøti
turrari grind
turrum fiski
spiki
so hent er at hava ein hvassan felliknív við, heilsa tey úr Føroyahúsinum í Keypmannahavn.