Hákuni verður ikki unt at spæla nógv í Champions League

Jaron Siewert vil heldur brúka 36 ára gamla Tobias Reichmann

Undanfarna kappingarár mátti Hákun West av Teigum finna seg í, at tað vóru fleiri dystir, har Hans Lindberg var valdur framum hann á høgra veinginum hjá Füchse Berlin.

 

Tíverri er tað eisini hetta kappingarárið í alt ov nógvum dystum, at 22 ára gamli Hákun West av Teigum ikki fær møguleikan.

 

Venjarin hjá Füchse Berlin, Jaron Siewert gevur nógv oftari 36 ára gamla landsmanninum, Tobias Reichmann møguleikan. Serliga hevur hetta verið galdandi í Champions League. Hákun hevur veruliga bara fingið møguleikan í einum av teimum seks dystunum Füchse Berlin higartil hevur spælt í Champions League hetta kappingarárið. 

 

Hákun fekk møguleikan í Champions League, tá Füchse Berlin á útivølli vann 38-32 (17-17) á Fredericia. Hetta var 26. september. Tá skoraði Hákun fimm mál upp á fimm málroyndir. Men í hinum fimm dystunum í bólki B er tað Tobias Reichmann, ið er sloppin framat fatinum. Tað hevur tó ikki gingið meir enn næstbest hjá Füchse Berlin, ið er nummar fimm í bólkinum við seks stigum fyri seks dystir.

 

Ein kelda hjá in.fo greiðir eisini frá, at 30 ára gamli venjarin hjá Füchse Berlin, Jaron Siewert hevur nógv meira tol við Tobias Reichmann. Brennur Hákun ein málmøguleika verður hann hálaður út á beinkin beinavegin. Hinvegin sleppur Tobias Reichmann at brenna fitt av málroyndum áðrenn hann verður hálaður út á beinkin. So tað kann lutvíst tykjast at lukta av favorisering. 

 

Ígjár tapti Füchse Berlin 38-40 (20-20) fyri PSG á útivølli í Champions League. Tobias Reichmann gjørdi tað tó gott í hesum dystinum. Hann skoraði upp á fimm av seks málroyndum.