Hákun vann á Vilhelmi

Füchse Berlin er trý stig frá oddinum

Føroyingauppgerð var í heimsins bestu hondbóltsligu í dag.

 

Í ZAG Arena høllini í Hannover tóku Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf móti Hákuni West av Teigum, og liðfeløgum hansara í Füchse Berlin.

 

Tað eydnaðist Hákuni og liðfeløgunum at liva upp til favorittstøðuna, og vinna dystin 32-28. Í steðginum vóru berlinarnir á odda 15-14.

 

Hákun skoraði fýra mál upp á fimm málroyndir. Vilhelm var noteraður fyri eitt upplegg til mál (assist). 

 

Füchse Berlin er fjórðfremst í deildini við 22 stigum. Teir hava trý stig upp til oddaliðið, Magdeburg sum tó hevur spælt tveir dystir færri.

 

Hannover-Burgdorf er nummar 11 við 12 stigum.

 

Komandi mikukvøld klokkan 19 spælir Hannover dyst á útivølli móti Wetzlar. Hóskvøldið klokkan 18 spæla Hákun og liðfelagarnir dyst á útivølli móti Flensburg-Handewitt.