Hákun spælir ímóti sínum egnu

Í kvøld fara Hákun West av Teigum og Skanderborg-Aarhus at spæla ímóti Füsche Berlin

Eftir kappingarlok í vár fer føroyski landsliðsvongurin Hákun West av Teigum at flyta úr Skanderborg-Aarhus í bestu donsku deildini og til Berlin og týska stórfelagið Füsche Berlin, sum í løtuni er næstfremst í bundesliguni.

 

Í kvøld bresta Skanderborg-Aarhus og Füsche Berlin saman í europeisku kappingini. Dysturin verður í Skanderborg í kvøld klokkan 17.45, og áhugin er so mikið stórur, at øll áskoðarapláss eru seld.

 

Bæði liðini hava spælt fimm dystir, og Füsche Berlin hevur 10 stig, og Skanderborg-Aarhus hevur 8 stig.

 

Á týska liðnum, sum Hákun West av Teigum fer at umboða í summar, eru fýra danskir landsliðsspælarar – Lasse Andersson, Jacob Holm, Mathias Gidsel og Hans Lindberg, sum Hákun West av Teigum um nakrar mánaðar fer at loysa av.

 

Fyri einari viku síðani hittust hesi bæði liðini í Berlin. Tá vann heimaliðið 30 – 24. Ta ferðina skoraði Hákun West av Teigum fýra mál.

 

Dysturin klokkan 17.45 í kvøld verður vístur á TV3 Sport rásini.