Hákun skoraði trý mál í heimasigri

Skanderborg Århus er framvegis á triðja plássi í bestu donsku hondbóltsdeildini

Hákun West á Teigum uttast til høgru (Mynd: Skanderborg Århus)

Hákun West á Teigum uttast til høgru (Mynd: Skanderborg Århus)

Gongdin er góð hjá Hákuni West á Teigum. Hann fær møguleikan og skorar mál fyri Skanderborg Århus í bestu donsku hondbóltsdeildini, og hann hevur eisini verið á vikuliðnum, ið hondbóltsserfrøðingar velja.

 

Í dag skoraði Hákun trý mál tá Skanderborg Århus vann 29-26 á Ribe Esbjerg. Í fyrra hálvleiki lá minni væl fyri hjá Skanderborg Århus. Ribe Esbjerg var á odda 16-15 í steðginum.

 

Skanderborg Århus er nummar trý í deildini við 22 stigum fyri 16 dystir. Teir eru trý stig aftanfyri Aalborg og níggju stig aftanfyri oddaliðið, GOG.

 

Komandi mikukvøld fær Hákun vónandi eina stóra uppliving, tí tá skal Skanderborg Århus spæla á útivølli móti krútsterka oddaliðnum, GOG í Gudme á Fjóni. GOG hevur 15 sigrar og ein javnleik í 16 teimum fyrstu dystunum í kappingini higartil, so talan verður um mest torføru uppgávuna hjá Hákuni og liðfeløgunum higartil í kappingini. 

 

 

 

Hákun West á Teigum uttast til høgru (Mynd: Skanderborg Århus)

Hákun West á Teigum uttast til høgru (Mynd: Skanderborg Århus)