Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í dag dyst á útivølli í bundesliguni móti HSG Wetzlar.
Füchse Berlin vann greitt 34-25. Í fyrra hálvleiki koyrdi tað sum eftir ánni hjá Füchse Berlin, og vóru berlinararnir á odda 20-11 í steðginum.
Hákun skoraði fýra mál og var millum triðbestu málskjúttarnar hjá Füchse Berlin. Lasse B. Andersson var toppskjútti hjá Füchse Berlin við seks málum.
Füchse Berlin er næstfremst í deildini við átta stigum.
Vilhelm Poulsen var ikki millum málskjúttarnar, tá Hannover-Burgdorf á heimavølli vann 28-26 (13-11) á Eisenach.
Hannover-Burgdorf hevur eins og Füchse Berlin átta stig, men verri málmun.
Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt spældu í dag javnleik 29-29 (13-15) í torførum útidysti móti Gummersbach. Flensburg var á odda 29-27, men megnaði ikki at halda fast um leiðsluna.
Jóhan skoraði trý mál.
Flensburg er fremst í bundesliguni við níggju stigum.
THW Kiel uttan ein skaddan Elias Ellefsen á Skipagøtu vann ígjár á heimavølli 29-24 (15-14) á Stuttgart.
Kiel er nummar seks í deildini við seks stigum.