Hákun skal møta Füchse Berlin í European League

Hákun og liðfelagarnir í Skanderborg Århus fingu torføran og spennnandi bólk í EHF European League

Hákun West av Teigum verður føroyska innslagið í EHF European League hetta kappingarárið.

 

Hákun og liðfelagarnir í Skanderborg Århus eru komnir í torføran, men spennandi bólk.

 

Millum mótstøðuliðini er Füchse Berlin. 

 

Skanderborg-Århus skal spæla 10 dystir móti fimm evropeiskum mótstøðuliðum. Megna Hákun og liðfelagarnir at enda millum fýra tey ovastu liðini hava teir vunnið seg í áttandapartsfinalurnar. 

 

Bólkur D:

Füchse Berlin (Týskland)

HC Eurofarm Pelister (Makedonia)

HC Motor (Ukraina)

Bidasoa Irun (Spania)

Skanderborg-Aarhus 

Aguas Santas Milaneza (Portugal)