Føroyski landsliðsleikarin, Hákun West av Teigum skoraði fýra mál uppá fýra málroyndir, tá hann og liðfelagarnir í Skanderborg-Århus vunnu ein greiðan 37-29 sigur á Mors-Thy á heimavølli.
Í steðginum var Skanderborg-Århus á odda 20-14.
Talan var um annan sigurin hjá Skanderborg-Århus í bestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Skanderborg er nummar níggju í bestu donsku hondbóltsdeildini við seks stigum fyri sjey dystir. Hákun og liðfelagarnir hava eisini leikt tveir javnleikir hetta kappingarárið.
21. oktober verður føroyingauppgerð í bestu deildini. Tá tekur liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Lemvig-Thyborøn móti Skanderborg Århus á heimavølli.











