Hákun og Skanderborg Århus vunnu á útivølli

Skanderborg Århus er trý stig frá øðrum plássinum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Føroyski landsliðsspælarin, Hákun West á Teigum skoraði fýra mál tá lið hansara, Skanderborg Århus vann ein greiðan 37-27 sigur á KIF Kolding á útivølli.

 

Í steðginum var javnleikur 15-15, men í seinna hálvleiki settu Hákun og liðfelagarnir fulla skrúvu á.

 

Skanderborg Århus hevur 30 stig fyri 21 dystir og er nummar trý í bestu donsku hondbóltsdeildini. Trý stig eru upp til Ålborg, ið hevur 33 stig. GOG er langt fremst við 39 stigum.

 

Átta tey fremstu liðini fara víðari til endaspælið.

 

Komandi týskvøld tekur Skanderborg Århus móti Mors Thy á heimavølli.