Hákun og Skanderborg Århus eru úti av meistarastríðnum

Skanderborg Århus kann hvørki røkka Bjerringbro/Silkeborg ella GOG í endaspælsbólki 1

Føroyski landsliðsleikarin, Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Skanderborg Århus er nú úti av meistarastríðnum í bestu donsku hondbóltsdeildini. 

 

Skanderborg Århus tapti í dag á heimavølli í endaspælsbólki 1 24-27 fyri Bjerringbro/Silkeborg, ið var á odda 13-11 í steðginum.

 

Bjerringbro/Silkeborg og GOG hava átta stig meðan Skanderborg/Århus bert hevur fimm stig í endaspælsbólki 1.

 

Skanderborg/Århus hevur bert ein dyst eftir at spæla móti GOG á útivølli sunnudagin 22. mai, og kunnu Hákun og liðfelagarnir fáa í mesta lagi sjey stig.

 

Hákun skoraði tvey mál fyri Skanderborg Århus í dag.