Tað er hørð kapprenning millum liðið hjá Hákuni West av Teigum, Skanderborg Århus og Bjerringbro/Silkeborg um hvør skal fylgja GOG úr endaspælsbólki 1 í hálvfinalurnar í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Hákun skoraði fýra mál tá hann og liðfelagarnir fyrr í dag vunnu 32-27 á Ribe-Esbjerg á útivølli. Tað gekk illa í hond hjá Skanderborg Århus í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Ribe-Esbjerg á odda 15-12, men í seinnu hálvleiki fekk Skanderborg Århus sett tingini uppá pláss.
Í morgin tekur Bjerringbro/Silkeborg móti krútsterka oddaliðnum, GOG. Leygardagin 14. mai klokkan 15 tekur Skanderborg Århus móti Bjerringbro/Silkeborg á heimavølli í einum sera avgerandi dysti um hvør skal fylgja GOG í hálvfinalurnar.
STØÐAN: | |||
Nr. | Endaspælsbólkur 1 | Dystir | Stig |
1 | GOG | 3 | 8 |
2 | Skanderborg Aarhus | 4 | 5 |
3 | Bjerringbro/Silkeborg | 3 | 4 |
4 | Ribe-Esbjerg | 4 | 0 |