Hákun West á Teigum skoraði eitt mál frá høgra veingi, og hann var óheppin í onkrum øðrum føri at raka stongina tá lið hansara, Skanderborg Århus tapti greitt fyri suverena oddaliðnum, GOG á heimavølli.
GOG fekk prógvað hví teir hava fult stigatal í bestu donsku hondbóltsdeildini við at vinna greiðan 31-23 sigur á heimaliðnum. Í steðginum var GOG á odda 17-13.
Komandi mánakvøld skuldi ligið betri fyri hjá Skanderborg Århus at fingið stig. Tá spæla Hákun og liðfelagarnir á útivølli móti Mors Thy sum liggur næstaftast í deildini við bara fýra stigum.
| Nr. | Lið: | Dystir | Stig |
| 1 | GOG | 10 | 20 |
| 2 | Aalborg | 9 | 16 |
| 3 | Skanderborg Aarhus | 10 | 14 |
| 4 | Fredericia | 10 | 13 |
| 5 | Bjerringbro/Silkeborg | 10 | 11 |
| 6 | Skjern | 9 | 11 |
| 7 | TTH Holstebro | 10 | 10 |
| 8 | SønderjyskE | 11 | 9 |
| 9 | TMS Ringsted | 10 | 9 |
| 10 | Lemvig-Thyborøn | 9 | 8 |
| 11 | Ribe-Esbjerg | 9 | 6 |
| 12 | Skive | 10 | 6 |
| 13 | KIF Kolding | 9 | 5 |
| 14 | Mors-Thy | 9 | 4 |
| 15 | Nordsjælland | 9 | 2 |










